Arbeiðskvinnurnar eisini í verkfall

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Á midnátt í annaðkvøld fer Havnar Arbeiðskvinnufelag eisini í verkfall.

Semingsmaðurin boðaði í gjár pørtunum frá, at sum støðan er nú, hevur hann einki semingsuppskot at koma við.

Tað gjørdi, at stutt eftir lýsti Havnar Arbeiðskvinnufelag verkfall, sum altsu byrjar á midnátt í annaðkvøld.

Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur samráðst fyri seg sjálvan og ikki saman við hinum feløgunum, sum logu hava verið í verkfalli í 14 dagar