Arbeiðsloysið er framvegis sera lágt. Tað vísa nýggjastu hagtølini fyri arbeiðsloysi frá Hagstovu Føroya.
Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í novembur. Tað er ein hækking á 0,1 prosentstig samanborið við sama mánað í fjør, tá arbeiðsloysið var 0,8 prosent. Hetta svarar til 264 fulltíðararbeiðsleys í novembur í ár samanborið við 249 í novembur í fjør.
Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum hevur verið arbeiðsleysur allan mánaðin. Í novembur vóru 310 persónar raktir av arbeiðsloysi, ellivu fleiri enn í fjør.
Arbeiðsloysið er minkað hjá kvinnum til 0,7 prosentum, meðan tað er hækkað hjá monnum til 1,0 prosenti. Arbeiðsloysið vaksið mest í Vágum, har tað er vaksið 0,4 prosentstig samanborið við í fjør.
Minsta arbeiðsloysið var millum tey 16-24 ára gomlu við 0,6 prosentum, meðan størsta arbeiðsloysið var hjá teimum 25-34 ára gomlu við 1,3 prosentum.
Trettan prosent av teimum arbeiðsleysu ella 38 fólk eru langtíðararbeiðsley. Tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Størsti bólkur av arbeiðsleysum hava verið arbeiðsleys millum ein og tríggjar mánaðir.