Arbeiðsloysið í mai var 0,9 prosent. Tað er eitt vet lægri enn sama mánað í fjør, tá ið tað var 1,0 prosent. Arbeiðsloysið er lægst hjá kvinnum og í Sandoyarøkinum.
Tilsamans vóru 286 fulltíðararbeiðsleys. Tað eru 11 færri enn í mai í fjør. Samstundis vóru 354 persónar raktir av arbeiðsloysi. Tað eru 15 fleiri enn árið fyrr, men arbeiðsleysistíðin var styttri.
Munur er millum kynini. 132 kvinnur vóru arbeiðsleysar, sum svarar til 0,7 prosent. Hjá monnunum vóru tað 1,1 prosent arbeiðsleysir, svarandi til 222 menn. Tað er eisini eitt vet hægri enn í fjør.
Sandoyarøki hevur lægsta arbeiðsloysi, við 0,5 prosentum. Harafturímóti er tað hægst í Suðuroy við 2,2 prosentum. Tað er tó eitt hálvt prosentstig lægri enn árið fyri.
Størsta arbeiðsloysið er millum tey 25-34 ára gomlu. Minsta er hjá teimum eldru, í aldrinum 55 til 66 ár.
46 fólk ella 11 prosent av teimum arbeiðsleysu í mai vóru langtíðararbeiðsleys, tað vil siga arbeiðsleys í meira enn eitt ár. Tað eru 12 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.