Arbeiðsvanlukka hjá Sev kravt eitt mannalív

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sev boðar frá, at seinnapartin í dag hendi ein syrgilig arbeiðsvanlukka í haganum nærindis Selatrað.

Meðan arbeitt varð uppi í einum elsteyra, datt ein av monnunum niður úr steyranum.

Maðurin varð fluttur á landssjúkrahúsið við tyrlu, men doyði tíverri av løstunum.  

Til ber ikki at siga nakað um orsøkina til hendingina, fyrrenn nærri kanningar eru gjørdar.

Familjan hevur fingið boð.