Í gjár hendi ein arbeiðsvanlukka í Leirvík, ið kravdi eitt mannalív.
Ein maður var í holt við graviarbeiði umleið 200 metrar frá vegnum, sum gongur út á Hagaleiti í Leirvík, men tá fólk ikki fingu fatur á manninum, fór eitt fólk á staðið og fann mannin.
– Viðkomandi, ið kom á staðið, fann mannin, men tíverri var maskinan koppað á hann, so maðurin lá partvís kleimdur undir maskinuni, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá í morgun.
Vaktleiðarin sigur, at tey vita ikki, hvat er hent, men kunnu bara staðfesta, at gravimaskinan onkursvegna er koppað á hann.
Løgreglan sigur, at sjúkrabilur, lækni og sløkkilið vórðu boðsent, men har varð einki at gera og maðurin, sum var í fimtiárunum, stóð ikki til at bjarga.
Arbeiðseftirlitið hevur fingið boð at kanna máli, umframt at líksýn verður av manninum.



