Høgri bakkurin, Ari Olsen, hevur longt sáttmálan við føroyameistararnar Víking fyri kappingarárið 2025.
26 ára gamli strandungurin hevur verið partur av Víkingi seinastu fimm árini, og hevur sambært FaroeSoccer spælt 190 dystirí bestu deildini fyri barndómsfelagið Skála og Víking. Hann hevur skorað ellivu mál í bestu deildini.
Ari Olsen var partur av øllum ungdómslandsliðum, men hevur tilgóða at spæla fyrsta A-landsdystin.