Arnbjørn Svensson: Hetta hevur nógv at siga fyri íbúgvarnar í Eysturkommunu

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá báðum málunum Víkingur skoraði móti B68 í seinnu hálvfinaluni í Sarpugerði. Víkingur vann seg í finaluna í løgmanssteypið við einum samlaðum 4-0 hálvfinalusigri. Hoyr eisini samrøðurnar Sjúrður gjørdi við Arnbjørn Svensson hjá Víkingi og við høvuðsvenjaran hjá B68, Jákup á Borg. Arnbjørn staðfestir stóra týdningin tað hevur fyri íbúgvararnar í Eysturkommunu, at Víkingur hevur vunnið seg í steypafinaluna. Jákup iðrar seg um, at B68 ikki tók av teimum málmøguleikunum teir høvdu í dystinum.