Arnbjørn Svensson: – Hetta var eitt kollektivt kollaps hjá Víkingi
19.09.2026Víkingur hevði greiða 3-0 leiðslu móti 07 Vestur í Sarpugerði, men 07 Vestur vendi dystinum og javnaði til 3-3, og fekk eitt stig við sær. Í samrøðu við Árna Gregersen staðfestir fyrsti málskjúttin hjá Víkingi, Arnbjørn Svensson eitt kollektivt kollaps: – Eg dugi ikki at seta orð á hvussu skuffandi hetta er. Sigur Arnbjørn.