Stóra málhetjan hjá KÍ í summar, Árni Frederiksberg, sigur, at liðið er í einari bobblu fyri tíðina, eftir góðu úrslitini í Evropa, men at fokus er allatíðina bara til næsta dyst.
Hendan uppgávan verður serlig, tí bæði venjarar og spælarar hjá KÍ hava eina fortíð hjá júst Molde, men útgangsstøðið verður tað sama, sum í undanfarnu dystum, har KÍ-liðið verður væl skipað: