,

Arni og Balle vunnu FM fyri pør

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í vikuskiftinum var kappast um FM-heitið fyri pør í bridge. Kappingin gjørdist óvanliga spennandi.

Spæld vóru 92 spøl fríggjakvøldið og leygardagin, men ikki fyrr í seinasta spælinum var greitt, hvør fór við meistaraheitinum.

Arni Mikkelsen og Dánjal Pauli Mohr vunnu bara 0,1 stig framman fyri Dia Jacobsen og Hallberg Anfríðsson. Í bridge er 0,1 stig minni enn eitt stikk, og tá hugsað verður um, at í allari kappingini vóru tikin 1196 stikk, so kann ein FM-kapping ikki vera tættari. Hetta er sum túsundapartar í eini koyrikapping.

Á triðja plássinum komu Jóannes Mourtisen og Per Kallsberg.

Í alt vóru 24 pør við í FM-kappingini, sum var spæld í Bridgehúsinum í Havn.

5. juni skulu landsliðini í bridge spæla NM í Íslandi. Spælt verður í opnum raði og kvinnuraði. Í opnum raði eru Árni M. Dam-Bogi Simonsen, Arni Mikkelsen-Dánjal Pauli Mohr og Eyðun Anthoniussen-Robert Langgard. Á kvinnulandsliðnum eru Anna Paulina Leo Olsen- Eva Sarita Berg og Maria V. Hansen-Birita T. Clementsen.