Árni Frederiksberg er aftur í landsliðshópinum, og Géza Turi er fyri fyrstu ferð tikin út, nú hann endiliga hevur fingið føroyska passið. Tað eru tær størstu søgurnar í landsliðúttøkuni, nú Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, hevur tikið sín fyrsta hóp út, síðan hann var settur í fast starv sum landsliðsvenjari.
Sølvi Vatnhamar er ikki tikin út fyri fyrstu ferð í nógv ár, og heldur ikki er pláss Klæmint Olsen og Jóan Símun Edmundsson. Jóannes Bjartalíð er ikki við, tí hann er skaddur.
Dystirnir í hesum umfarinum eru Kekkia – Føroyar, leygardagin 22. mars klokkan 19.45, og Montenegro – Føroyar, týsdagin 25. mars klokkan 19.45.
Manslandsliðið er hetta:
Málverjar
- Bárður á Reynatrø, Vikingur
 - Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
 - Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur
 
Verjuspælarar
- Andrias Edmundsson, Wista Plock (Pólland)
 - Odmar Færø, Kí Klaksvik
 - Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Island)
 - Arnbjørn Svensson, Vikingur
 - Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
 - Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
 - Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
 - Samuel Chukwudi, SJK Seinajoki (Finnland)
 
Miðvallarar
- Hallur Hansson, KÍ Klaksvik
 - Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavik.
 - René Shaki Joensen, KÍ Klaksvik
 - Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
 - Adrian Justinussen, Hillered Fodbold (Danmark)
 - Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
 - Géza Dávid Turi, Grimsby Town (England)
 - Poul Kallsberg, Víkingur
 - Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
 
Framherjar
- Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
 - Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
 - Petur Knudsen, NSÍ Runavik
 
Venjari
Eyðun Klakstein



