Árni og Géza á landsliðnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Árni Frederiksberg er aftur í landsliðshópinum, og Géza Turi er fyri fyrstu ferð tikin út, nú hann endiliga hevur fingið føroyska passið. Tað eru tær størstu søgurnar í landsliðúttøkuni, nú Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, hevur tikið sín fyrsta hóp út, síðan hann var settur í fast starv sum landsliðsvenjari.

Sølvi Vatnhamar er ikki tikin út fyri fyrstu ferð í nógv ár, og heldur ikki er pláss Klæmint Olsen og Jóan Símun Edmundsson. Jóannes Bjartalíð er ikki við, tí hann er skaddur.

Dystirnir í hesum umfarinum eru Kekkia – Føroyar, leygardagin 22. mars klokkan 19.45, og Montenegro – Føroyar, týsdagin 25. mars klokkan 19.45.


Manslandsliðið er hetta:

Málverjar

  • Bárður á Reynatrø, Vikingur
  • Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
  • Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur

Verjuspælarar

  • Andrias Edmundsson, Wista Plock (Pólland)
  • Odmar Færø, Kí Klaksvik
  • Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Island)
  • Arnbjørn Svensson, Vikingur
  • Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
  • Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
  • Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
  • Samuel Chukwudi, SJK Seinajoki (Finnland)

Miðvallarar

  • Hallur Hansson, KÍ Klaksvik
  • Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavik.
  • René Shaki Joensen, KÍ Klaksvik
  • Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
  • Adrian Justinussen, Hillered Fodbold (Danmark)
  • Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
  • Géza Dávid Turi, Grimsby Town (England)
  • Poul Kallsberg, Víkingur
  • Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík

Framherjar

  • Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
  • Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
  • Petur Knudsen, NSÍ Runavik

Venjari

Eyðun Klakstein