Aron bjargaði 11-ára gamlari gentu sum lá við ongum viti

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Gerandishetjur verða á hvørjum ári heiðraðar av Syd- og Sønderjyllands Politi, sum fegið ynskir at viðurkenna framúr djørvum átaki frá borgarum.

Ein tílík hetja er Aron Petersen úr Esbjerg, men bæði foreldrini eru føroysk, sum er heiðraður og hevur fingið ómaksløn sum “gerandishetja” frá Syd- og Sønderjyllands Politi.

Tað skrivar JydskeVestkysten.

Tann 12. apríl fann Aron Petersen tí 11-ára gomlu Melua lívleysa á einari havagøtu í Esbjerg.

Gentan skuldi vitja ommuna, tá unga gentan fekk eitt dánilsi, og Aron Petersen vísti framúr góðan virkishug og dirvi, tí hann sum 13-ára gamal, púra einsamallur, steðgaði á og ringdi 1-1-2.

Eftir at hava ringt til 1-1-2, har hann greiddi frá, hvat var á vási, so fekk Aron gjølla kunning frá neyðtænastuni, ið fortaldi honum, hvat hann skuldi gera. Soleiðis fekk Aron kanna, um hon andaði, finna hennara æðraslátt og so framvegis. Og hóast tað oysregnaði, so nervaði tað ikki Aron.

Hann bíðaði saman við Melua, til hon varð heintað, og eisini hevði hann tikið sín jakka av fyri at balla hana, so hon ikki gjørdist dýggjvát.

Leygardagin gav danska løgreglan honum viðurkenningina – umframt heiðursløn upp á 1.000 krónur – fyri reystmansbragdið í oysandi regni, meðan 11-ára gamla Melua lá lívleys á havagøtuni í Esbjerg.

Bæði vóru sjálvandi skakaði av ógvusligu hendingini – men tað endaði sum ein lívsjáttandi og lærurík uppliving fyri bæði tvey, skrivar JydskeVestkysten.

Pápin hjá Aroni er úr Leirvík, meðan mamman er úr Fuglafirði.