The Gunners hava í kvøld kunngjørt keypið av týska Kai Havertz.
Sambært miðlar er tann týski landsliðsleikarin seldur fyri 65 mió pund og skrivar ein 5 ára sáttmála við felagið.
Havertz kom úr Bayer Leverkusen til Chelsea í 2020 og leikti í alt 139 dystir. Fyri ein áleypari vóru ikki nógv mál skorað fyri The Blues, tá ið hann bert skoraði 32 mál í trý kappingarár.
Kai Havertz fær nummar 29 á ryggin og kann vantast at verða ein av fleiri leikarum, sum Arsenal fer at kunngera í summar.