Arsenal vann 7-1 á útivølli móti PSV í áttandapartsfinaluni í Champions League og hevur nú sera gott útgangsstøði áðrenn seinna dystinum í næstu viku.
Arsenal tók leiðsluna við málum frá Jurriën Timber, Ethan Nwaneri og Mikel Merino. Liðskiparin Martin Ødegaard skoraði tvey mál, og innskifti Riccardo Calafiori skoraði seinasta og sjeynda málið.
Real Madrid vann 2-1 móti Atlético Madrid. Rodrygo skoraði fyrsta málið eftir bert fýra minuttir, og Julián Alvarez javnaði fyri Atlético. Brahim Díaz skoraði vinnandi málið fyri Real Madrid í 55. minutti.
Aston Villa vann 3-1 á útivølli móti Club Brugge. Leon Bailey skoraði fyrst, men Maxim De Cuyper javnaði fyri Brugge. Í seinna hálvleiki skoraðu Morgan Rogers og Marco Asensio fyri Aston Villa og tryggjaðu sigurin, hóast Club Brugge upp á mangar mátar var betra liðið.
Borussia Dortmund og Lille spældu javnt 1-1. Karim Adeyemi skoraði fyri Dortmund, meðan íslendingurin Hákon Arnar Haraldsson javnaði fyri Lille.
Dystirnir í morgin (Klokkan 20.00 um ikki annað er tilskilað)
- Feyenoord – Inter (kl. 17.45 )
- Bayern München – Leverkusen
- Benfica – Barcelona
- Paris – Liverpool