Fyrradagin var ein stórur heiðursdagur við Tjarnir. Ambassadørarnir hjá Visit Faroe Islands vóru savnaðir í nýggju stórhøllini, har ársins ambassadørur og ársins átak vórðu heiðrað.
Jákup Sørensen, sum skipar fyri Tórshavnar Bridgefestival, varð valdur til ársins ambassadør. Dómsnevndin rósti honum fyri altíð at fáa tingini at eydnast og ongantíð góðtaka eitt nei. Tá brekkan er brøtt, setur hann bara enn meiri ferð á.
Tonik, við Sóley H. Hammer á odda, fekk heiðurin sum ársins átak. Sambært dómsnevndini hevur Tonik hækkað munandi um, hvat ber til fyri tiltøk í Føroyum. Tiltakið er eitt “Unordinary Meeting”, har netverk og vitanardeiling eru lyklaorðini. Eftir handanina segði Tonik: “Vit eru ótrúliga errin og takksom fyri viðurkenningina!”
Dagurin byrjaði við røðu frá Elsu Berg, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu. Síðani greiddi Carina Heinesen á Rógvi frá stuðulsskipanunum hjá kommununi og segði, at Havnin skal vera besti vinnuferðabýur í Evropa.
Á degnum vóru átta áhugaverdar framløgur frá tiltøkum, sum hava verið í fjør ella verða í ár:
- Learn2Swim, Rókur í Jákupsstovu
- Norðurlendsk Skótaráðstevna, Símun Michael Sørensen og Steinar Patursson
- Tonik, Sóley H. Hammer
- EM Endaspæl fyri U17 kvinnur 2025, Maria Ziskasen
- Ullarráðstevnan, Dorthea Joensen
- ISCM – World New Music Days, Kristian Blak og Sunleif Rasmussen
- Vatnráðstevnan, Óluva F. Eidesgaard
- Seagriculture, Katrin Gregersen
Ambassadørnetverkið, stovnað í 2016, nærkast nú 200 limum. Dagurin, við heitinum “Ein ferð runt Tjarnir”, gav ambassadørunum høvi at netverka og hoyra framløgur frá ymiskum spennandi tiltøkum.



