Góðar 90 manningar høvdu teknað seg til norðoyastevnuróðurin, og tann størsti bólkurin er barnaróður gentur, skrivar RSF á heimasíðu teirra. Nakað av seinkingum komu í, men tá ið róðrarnir byrjaðu, gekk tað væl. Fleiri spennandi róðrar vóru millum bátarnar. 10-mannafarið Norðingur vann norðoyastevnuróðurin í fjør, tá ið fýra bátar luttóku, meðan Klaksvíkingur varð nummar tvey. Í ár eru trý 10-mannafør. Klakvíkingur vann róðurin hesa ferð. Norðingur gjørdist nummar tvey, og Vestmenningur nummar trý.
Seks áttamannafør hjá monnum eru tilmeldað, og Nevið Reyða hjá KRF legði út við einum sigri á heimasjógvi. Knørrur endaði nummar tvey, og fuglafjarðabáturin, Gullbrandur, endaði á einum triðja plássi.
Stórur munur var á kappingin hjá 6-mannaførum kvinnum, har Jarnbardur vann. Góð 28 sekund var til nummar tvey, sum var Páll Fangi, og síðan endaði Riddarin á einum triðja plássi. Einans trý 6-mannafør eru hjá kvinnunum. Kappingin millum 5-mannaførini hjá kvinnunum telur fleiri bátar. Níggju manningar vóru við, og Fípan Fagra vann. Leikalind gjørdist nummar tvey, og Drekin gjørdist nummar trý.
Í kappingini millum 6-mannafør menn, vóru 11 bátar. Skúgvur vann róðurin, Hósvíkingur gjørdist nummar tvey og síðan Páll Fangi á einum triðja plássi.
Róðurin millum 5-mannafør dreingir 14-16 ár taldi níggju bátar. Á einum fyrsta plássi endaði Geytin úr kappróðrarfelagnum í Eysturkommunu. Sævarmoy nummar tvey og Báran nummar trý. Hjá 5-mannaførum gentum 14-16 vóru eisini níggju bátar. Sílið endaði nummar eitt, Títlingur nummar tvey og Ørnin nummar trý.
Næsti róður verður á sundalagsstevnu tann 17.juni í Hósvík. Øll úrslit eru at síggja á heimasíðuni hjá RSF.