Ársins Miðvallari 2024 – tilnevningar

Skrivað

Jónas Ákason

Dagfesting

Í fjør vann Sølvi Vatnhamar heiðurin sum Ársins Miðvallari 2023 hjá monnum, meðan Eyðvør Klakstein vann sama heiður fyri kvinnur. Sølvi Vatnhamar er eisini millum teir tilnevndu til heiðurin í ár. Komandi mikudag finna vit útav hvør verður Ársins Miðvallari 2024 hjá monnum.

Nes Kommuna handar heiðurin til Ársins Miðvallari 2024.

Hesir eru tilnevndir:

Emil Weihe Joensen, EB/Streymur

Emil hevur fyrr roynt seg í B36, Skála og ÍF, men hevur í ár fingið sítt veruliga gjøgnumbrot við EB/Streymi. Hann er miðvallarin í Føroyum, ið er í flest nærdystum. Ein øðrvísi miðvallari enn hinir tilnevndu, ið hevur førleikarnir til at kunna spæla á Føroyska A-landsliðnum.

Emil hevur skotið fimm mál í ár og málið í 1-0 sigrinum móti Skála í August, bar við sær, at EB/Streymur ongantíð var í veruligum vanda fyri niðurflyting í ár.

Hanus Sørensen, HB

Undan kappingarárinum, var Hanus av teimum flestu helst sæddur sum verjuleikari. Italski venjarin, ið kom til HB í ár hevði tó eina øðrvísi meining og umskúlaði Hanus til ein sentralan miðvallara og hetta hevur víst seg at vera rætta plássið á vøllinum. Hanus hevur verið millum teir heilt góðu leikarunum á landsliðnum í ár og hevur nú ognað sær ein sáttmála við Slovensku meistarararnar.

Við 14 uppleggum í Betri Deildini í ár, hevur Hanus flest upplegg av øllum miðvallarunum í 2024.

René Shaki Joensen, KÍ

31 ára gamli René, er í ár tilnevndur millum miðvallaranar. Onnur ár hevur hann verið taldur millum verjuleikaranar og í yngri døgunum, leikti hann eisini sum áleypari. René er ikki bangin fyri at taka skrellið fyri viðleikararnar. Hann kann spæla á øllum plássum á vøllinum og avrikar oftast sera væl, bæði fyri lið og landslið. Tað, ið eyðkennir René, er at einki nakrantíð stendur eftir á vøllinum og ferð hansara ger, at hann altíð er vandamikil uppá umstillingar.

Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur

Aron er ímyndin av stríðsviljanum hjá Víkingi, ein rættur Jarnskor. Óvíkiliga harði 6’arin hevur avrikað javnt væl gjøgnum alt kappingarárið. Aron er bindiliðið á Víkingamiðvøllinum, og hansara harða arbeiði frígevur teir meira framrættaðu miðvallararnar. Víkingur, hevur í ár prógvað, at liðavrik og hart arbeiði kunnu vinna meistaraheiti, eins og liðini við nógvum stjørnuleikarum, og Aron eigur sín stóra leiklut, í at hetta eydnaðist í ár.

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Hóast Sølvi ikki havt eitt framúr ár við landsliðnum, hevur hann í Betri Deildini skotið 10 mál og lagt upp til 11. Við 21 samlaðum málstigum yvir 23 dystir er 38 ára gamli miðvallarin, ið vann heiðurin, Ársins Leikari 2023 í fjør, ein av orsøkunum til, at Víkingur er Føroyameistari í 2024. Sølvi er nummar seks á listanum yvir málstig í Betri Deildini, og tað er einans áleyparin, Poul Kallsberg, hjá Víkingi, ið hevur fleiri málstig enn Sølvi fyri meistaraliðið í ár.

Turi Gezá Dávid, Víkingur

Ímyndin av einum framtíðar 8’ara til Føroyska A-landsliðið. Gezá hevur verið drúgvur bæði defensivt og hartil í framrættaða spælinum í ár, har Gezá hevur megnað at fingið níggju málstig. Hann hevur spælt 26 dystir í Betri Deildini í ár og hevur bert fingið trý gul kort.

Føroyafólk bíða spent eftir at Gezá fær sítt Føroyskt pass, so hann kann spæla við Føroyska A-landsliðnum.

Nes Kommuna handar heiðurin til Ársins Miðvallari 2024.

Í morgin verða tilnevningarnar til Ársins Áleypari 2024 kunngjørdar.

Hesi stuðla Ársins Leikari 2024:

Hilton Garden Inn
FSF
Atlantic Airways
JFK
Mowi
Kramm
Betri
LÍV
Jysk
Wenzel
JP Byggivirkið
Giljanes Bussar
BEPRO

Niels L. Arge
Fílurin
Norðoya Sparikassi
Runavíkar Kommuna
Eysturkommuna

Tórshavnar Kommuna
Klaksvíkar Kommuna

Nes Kommuna
Fuglafjarðar Kommuna