Ása Holm heldur fram í Porkeri

Skrivað

Árni Gregersen

Dagfesting

Ása Holm, sum seinastu fýra árini hevur verið bygdaráðsforkvinna í Porkeri, heldur fram í fýra ár afturat.

Hetta er greitt eftir at bygdaráðið skipaði seg á fundi seinna partin í gjár.

Í Porkeri var bert ein listi til valið. Teresa Silvurdal fekk 57 atkvøður, meðan Ása Holm fekk 42 arkvøður. Fýra av teimum fimm vildu hava Ásu Holm til borgarstjóra, meðan Teresa Silvurdal verður varaborgarstjóri.