Ási Dam úr HB og Poul Kalsberg úr Víkingi eru nýggir í landsliðshópinum. Eisini er toppskjúttin í føroysku kappingini, Páll Klettskarð úr KÍ, við aftur. Fyrrverandi liðskiparin Hallur Hansson somuleiðis úr KÍ er eisini við aftur, og Noah Mneney úr HB er við eftir eitt gott hálvt kappingarár í HB.
Samanborið við seinastu úttøku hjá Håkan Ericson eru Daniel Johansen, Hørður Askham, Samuel Chukwudi, Hannes Agnarsson, Jóan Símun Edmundsson og Klæmint Olsen ikki við.
Hetta eru stóru broytingarnar í hópinum, sum fyribils landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein hevur tikið út til dystirnar í Armenia 14. novembur og í Norðurmakedonia 17. novembur.
Landsliðshópurin:
Málverjar:
Teitur Matras Gestsson, HB
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Verjuleikarar:
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Jann Julin Benjaminsen, B36
Ási Dam, HB
Miðvallarleikarar:
René Shaki Joensen, KÍ
Brandur Hendriksson Olsen, Frederikstad (Noreg)
Noan Mneney, HB
Hanus Sørensen
Hallur Hansson, KÍ
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, Frederikstad (Noreg)
Adrian Justinussen, Hillerød (Danmark)
Poul Kalsberg, Víkingur
Áleyparar:
Meinhard Egilsson Olsen, Mjølndalen IF (Noreg)
Páll Andrasson Klettskarð,KÍ
Petur Knudsen, Víkingur
Tað var mitt í farna mánaði, at fótbóltssambandið boðaði frá, at nú fyrrverandi landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, var sendur til hús.
Samstundis var boðað frá, at U21-landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, og hjálparvenjari hansara á U21-landsliðnum, Atli Gregersen, skulu standa á odda fyri manslandsliðnum landsdystirnar í UEFA Nations League móti Armenia og Norðurmakedonia.
Dysturin móti Armenia er í Jerevan hósdagin 14. novembur kl. 17.00. Tríggjar dagar seinni, sunnudagin 17. novembur kl. 14.00, spæla Føroyar í Skopje móti Norðurmakedonia.
Føroyar eru á fjórða plássið aftast í bólki 4 í deild C í Nations League við 3 stigum. Norðurmakedonia er fremst við 10 stigum, meðan Aremenia og Lettland hava 4 stig.
Hósdagin 14. nov.
Kl. 17:00 Armenia – Føroyar í Jerevan
Sunnudagin 17. nov.
Kl. 14:00 Norðurmakedónia – Føroyar í Skopje