So rakk ikki longur – Fullu við æru

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

FM1 fylgir EM-dystinum millum Føroyar og Danmark

Kvinnuhondbóltur, EM dystur í bólki D
Føroyar – Danmark 24-33 ( 8-15)

Í dag møttu okkara gentur yvirmaktini, og vit taptu greitt 33-24 móti Danmark.

Føroyar eru aftanfyri í 15-8 í hálvleikinum móti Danmark. Okkara gentur fingu eina frálíka byrjar upp á dystin og vóru frammanfyri 3-1, tá ið fimm minuttir vóru spældir.

Síðan steðgaði eitt sindur upp, og tað gjørdi tað ikki betri, at Brynja Høj fekk beinleiðis reytt kort fyri eina takkling í andlitið hjá einum donskum leikarara.

Vit hildu tó muninum leingi niðri á tveimum málum, og høvdu eisini fleiri støður í yvirtali, og einaferð vóru okkara 6 móti 4. Vit brendu tó alt ov nógvar møguleikar, og í hinum endanum høvdu vit torført við at steðga góða danska álopinum.

Restina av fyrra hálvleiki høvdu vit trupulleikar í báðum endum, og millum annað brendu vit nógv skot. Í hálvleikinum er Danmark frammanfyri 15-8.

Í seinna hálvleiki helt Danmark fram at økja leiðsluna, og tað gingu heilir níggju minuttir, áðrenn vit skoraðu fyrsta málið eftir steðgin.

Vit fingu tó eitt sindur glið á álopi, og serliga gekk Pernille Brandenburg undan at skora mál. Restina av dystinum kláraðu vit at halda munin á umleið tíggju málum. Endin var, at vit taptu 33-24.

Málskjúttar og leikarar:
Pernille Brandenburg 10/12
Brynhild Pálsdóttir 5/7
Súna Krossteig Hansen 2/3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2/5
Lív Sveinbjørnsdóttir 2/5
Turið Arge Samuelsen 2/2
Jana Mittún 2/11
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1/4
Elsa Egholm 0/3
Bjarta Osberg Johansen 0/0
Rannvá Olsen 0/1
Lukka Arge 0/1
Brynja Høj 0/0
Lív Bentsdóttir Zachariasen 0/1
Bjørk Franksdóttir Joensen 0/0

Útvísingar: Maria Pálsdóttir Nólsoy, Lív Bentsdóttir Zachariasen

Reytt kort: Brynja Høj


Áskoðarar marsjeraðu í høllina

Hagtøl frá dystinum síggjast á heimasíðuni hjá EHF

Leikarar á dómaraseðlinum:

Annika Fríðheim Petersen
Rakul Wardum
Turið Arge Samuelsen
Jana Mittún
Pernille Brandenburg
Súna Krossteig Hansen
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
Elsa Egholm
Brynhild Pálsdóttir
Bjarta Osberg Johansen
Brynja Høj
Maria Pálsdóttir Nólsoy
Bjørg Franksdóttir Joensen
Lív Bentsdóttir Zachariasen
Rannvá Olsen
Lukka Arge


Hesar byrja á vøllinum í dag

Simon Olsen, hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, hevur júst sagt miðlunum, hvør fer at byrja á vøllinum í dag klokkan 17.00 móti Danmark.

Einasta broytingin frá byrjan er, at Rakul Wardum kemur málið fyri Anniku Fríðheim Petersen.

Annika Fríðheim Petersen stóð ein rimmar dyst móti Kroatia, og orsøkin til broytingina, sigur Simon Olsen vera, at tær hava tveir sera góðar málverjar, og at Rakul Wardum er eitt sindur sterkari í púra leysum skotum, sum venjararir vænta, at Danmark fær fleiri av.

Í álopinum verður liðið hetta:

Málverji:
Rakul Wardum

Álop:
Vinstri vongur: Turið Arge Samuelsen
Bakkur: Súna Krossteig Hansen
Miðja: Jana Mittún
Bakkur: Maria Pálsdóttir Nólsoy
Høgri vongur: Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
Stika: Pernille Brandenburg

Millum álop og verju verður ein útskifting. Inn í verjuna kemur Brynja Høj fyri antin Súnu Krossteig Hansen, Janu Mittún ella Mariu Pálsdóttir Nólsoy, alt eftir hvør er nærri beinkinum.

Verjan:
Turið Arge Samuelsen
Pernille Brandburg
Brynja Høj
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
Tvær av Janu Mittún, Súnu Krossteig Hansen og Mariu Pálsdóttir Nólsoy

Hinar, sum eru við í dagsins dystir eru::

Annika Fríðheim Petersen (málverji)
Elsa Egholm
Brynhild Pálsdóttir
Bjarta Osberg Johansen
Lív Bentsdóttir Zachariasen
Bjørk Franksdóttir Joensen
Lukka Arge
Rannvá Olsen

Marita Mortensen og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe verða ikki í dagsins dysti.