

Áskoðararnir geva okkum eitt lyft
18.10.2025At so nógvir heimaáskoðararnir verða til dystin, tekur nakað av nervøsitetinum frá leikarunum. Man fær meira orku og yvirskot, men eg vænti ikki tað ávirkar royndu Champions League-leikararnar hjá Montenegro stórvegis, sigur Claus Mogensen, høvuðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti. Klokkan 19 leygarkvøldið spæla Føroyar og Montenegro EM-undankappingardyst við Tjarnir.
