, ,

Askou á kreppufund við IFK-viðhaldsfólk eftir enn eitt tap

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Fyrrverandi HB-venjarin Jens Berthel Askou hevur ikki júst fingið bestu byrjanina í sínum nýggja felag, stórfelagnum IFK Göteborg. 

Danski venjarin, sum var venjari hjá HB í 2020, varð kunngjørdur nýggjur venjari hjá svenska felagnum fyri umleið einum mánað síðan, men hevur enn ikki vunnið nakran dyst við nýggja felag sínum.

Mánadagin tapti IFK Göteborg úti 1-2 fyri botnliðnum í Allsvenskan Varbergs BoIS, og tað bleiv ov nógv av tí góða hjá fleiri viðhaldsfólkum hjá IFK.

Nógv viðhaldsfólk bíðaðu uttanfyri leikvøllin eftir, at Jens Berthel Askou og spælararnir skuldu koma út, soleiðis at IFK-viðhaldsfólkini fingu sagt nøkur borgarlig orð við sín venjara og restina av liðnum. Tí varð ein kreppufundur hildin hildin á staðnum.

– Vit høvdu ein fund við okkara viðhaldsfólk. Trý viðhaldsfólk fingu loyvi til at siga, hvat tey høvdu upp á hjarta, og vit vóru samdir við øllum tí, sum sagt bleiv. Nú snýr tað seg hjá okkum at vit lyfta okkum í felag, so vit kunnu byrja at fáa nøkur stig á talvuna.

– Tað gekk stillisliga fyri seg, men tað var eyðsýnt, hvat tey kravdu av okkum.

– Eg haldi, at øll skilja, hvat meiningin við fundinum var, og øll skiltu, hvussu álvarsom støðan er, sum vit eru í í løtuni, sigur liðskiparin hjá IFK Göteborg, Marcus Berg við Aftonbladet eftir kreppufundin.

Jens Berthel Askou og IFK Göteborg liggja næstniðast í Allsvenskan, eftir at fyrrverandi stórfelagið í Svøríki bert hevur megnað at vunnið sær átta stig í 14 dystum.