Klokkan 10.00 í morgun verða atgongumerkini til HM-play-off-dystin millum Føroyar og Litava sett til sølu.
Dysturin verður mikudagin 9. apríl kl. 19.00 í høllini við Tjarnir. Hetta verður fyrsti dystur hjá kvinnulandsliðnum í høllini við Tjarnir.
Møguleiki er at velja millum sitipláss, sum kosta 200 krónur, og standipláss, sum kosta 150 krónur. Børn undir skúlaaldur sleppa ókeypis inn saman við vaksnum.
Atgongumerkini koma í sølu á atgongumerki.fo, og møguleiki er at keypa upp til seks atgongumerki í senn.
Atgongumerkini kunnu keypast á atgongumerki.fo.
Seinni dysturin verður í Litava 13. apríl.