Tað hevur verið gravgangur eftir atgongumerkjum til Champions League dystin við Djúpumýrar millum KÍ og BK Häcken, og minni enn eitt døgn eftir, at ferðaseðlarnir vórðu settir til sølu, var útselt.
Hetta sigur KÍ, sum eisini vísir á, at sannur rómur hevur verið í Klaksvík og í Norðuroyggjum eftir góða úrslitið í Budapest í farnu viku, har KÍ vann 0-3 á ungarsku meistarunum úr Ferencvarosi.
1300 atgongumerki vórðu sett til sølu til dystin móti BK Häcken, sum verður spældur í Klaksvík mikudagin, men tey eru øll skrødd burtur, og fleiri atgongumerki kunnu tí ikki seljast.
Hjá teimum, ið ikki hava ognað sær eitt atgongumerkið, áðrenn tey vórðu útseld, er kortini ikki at fella í fátt, tí dysturin verður varpaður út á FM1.