Atlantic Airways fingið átalu og ávaring fyri søluátak

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Brúkaraumboðið hevur givið Atlantic Airways eina átalu og ávaring í sambandi við marknaðarføringina av søluátakinum “Sveimandi tilboð”.

Talan er um eitt søluátak, ið Atlantic Airways hevði farna ársskifti, har lýst varð við ferðaseðlum úr 695 krónum á útvaldum ferðaseðlum á farleiðunum Keypmannahavn, Aalborg, Billund Oslo, Keflavík og Edinburgh, og á farleiðini til París úr 795 krónum.

Viðmerkt varð við smáum bókstavum, at prísurin broyttist alt eftir flogvallarskattum og avgjøldum á valda ferðamálinum.

Men tað var ov ógreitt fyri brúkaran, hvussu tilboðið var sett saman, og tí er søluátakið brot á lógina um marknaðarføring, sigur Brúkaraumboðið.

Brúkaraumboðið vísir á, at brúkarin eigur greitt at síggja á einum søluátaki, hvat samlaði prísurin er fyri vøruna ella tænastuna, og tað er trupult hjá brúkaranum at skilja samlaða prísin, tá prísurin broytist, alt eftir hvørjir flogvallarskattir og hvørji avgjøld eru galdandi.

Brúkaraumboðið vísir eisini á, at lýsingarátakið gav brúkaranum ta fatan, at lægsti átaksprísur var galdandi bæði úr og til Føroya, men at hetta var altso ikki rætt.

Í einum dømi fekk Brúkaraumboðið eina fráboðan um, at hóast leitað varð eftir ferðaseðlum alt fyri eitt, tá tilboðið kom út, var eingin ferðaseðil til ávíst ferðamál funnin fyri 695 krónur, og at viðkomandi tískil ivaðist í, um Atlantic Airways í heila tikið bjóðaði ferðaseðlar fyri lægsta prísin til øll ferðamálini.

Brúkaraumboðið hevur tí givið Atlanti Airways átalu og ávaring fyri brot á marknaðarføringslógina í sambandi viðs øluátakið.

Brot á marknaðarføringslógina kann revsast við bót, men av tí at talan er um fyrsta mál av slíkum slag hjá Atlantic Airways, hevur Brúkaraumboðið valt at geva felagnum eina átalu og ávaring ístaðin.

– Brúkaraumboðið hevur heitt á Atlantic Airways um at tryggja, at marknaðarføringslógin verður hildin í framtíðini. Atlantic Airways hevur boðað frá, at felagið longu hevur broytt leistin fyri lýsingarátøk, soleiðis at sleppast kann undan misskiljingum, sigur Brúkaraumboðið.