Manslandsliðið í hondbólti er sum kunnugt við til EM-endaspælið, sum verður spælt í Týsklandi í januar komandi í ár.
Í samband við bólkadystirnar ger Atlantsflog tríggjar túrar úr Føroyum til Berlin, og ger eisini tríggjar túrar úr Berlin til Føroya.
Fyrsta flogferðin úr Vágum og beinleiðis til Berlin verður tann 9. januar, tá ið føroysku landsliðsspælararnir eftir ætlan eisini fara avstað. Síðan verður flogið úr Føroyum til Berlin tann 10. januar og eisini 11. januar. Tann 11. januar verður flogið um morgunin, so tað er í góðari tíð til dystin hjá Føroyum, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Heimferðirnar úr Berlin til Føroya verða tann 16. januar.
Prísurin fyri at flúgva beinleiðis til Berlin verður úr 3.595 krónur aftur og fram, og sølan byrjar 30. mai, skrivar Atlantsflog.
– Tað er eitt bragd, at Føroyar hava vunnið seg víðari til eitt EM-endaspæl. Sum flogfelag síggja vit tað sum okkara samfelagsskyldu at kunna flúgva hondbóltslandsliðið, og bjóða føroyskum áskoðarum, at koma beinleiðis úr Vágum til Berlin, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways í tíðindaskrivi
Dystirnir í bólkinum hjá Føroyum til EM-undanspælið verða spældir soleiðis:
Hósdagin 11. januar klokkan 18: Slovenia – Føroyar / Noreg – Pólland
Leygardagin 13. januar klokkan 20.30: Føroyar – Noreg / Pólland – Slovenia
Mánadagin 15. januar klokkan 18: Pólland – Føroyar / Slovenia – Noreg