Nú er greitt, at Eyðun Klakstein verður nýggjur landsliðsvenjari í fótbólti, og somuleiðis er greitt, at Atli Gregersen verður hjálparvenjari hjá honum.
Júst spurningurin viðvíkjandi Atla sum hjálparvenjarar tykist at hava verið stóri knúturin í tilgongdini at seta nýggjan venjara, og spurningurin hevur verið, um Atli framvegis fer at spæla fótbólt á hægsta stigi við besta liðnum hjá føroyameistarunum Víkingini.
Hesin knúturin er nú loystur, og loysin er, at Atli Gregersen spælir við Víkingi hetta kappingarárið til Víkingur eru úti úr evropeiskum fótbólti. Skuldi Víkingur klára at koma til eitt bólkaspæl, verður Atli kortini ikki við.
So nú er greitt, at komandi kappingarár verður tað seinasta hjá Atla Gregersen á hægsta stig.