Hoyr hjálparvenjaran hjá landsliðnum, Atla Gregersen í samrøðu við Trygva Absalonsen seta orð á 1-0 sigurin á Gibraltar á Europa Point leikvøllinum í Gibraltar. Atli viðgongur, at fyrstu 55 minuttirnar vóru ikki nøktandi, men ein týdningarmikil sigur kom í hús, og avrikið batnaði. Nú gleðir Atli seg til heimadystirnar 9. og 13. oktober móti Montenegro og Kekkia á Tórsvølli. MYND: Sverri Egholm.

Atli: Teir fyrstu 55 minuttirnir vóru ikki nøktandi – men ein týdningarmikil sigur kom í hús
Skrivað
Dagfesting