,

Átta av 10 næm­ing­um á mið­námi vilja lesa uttan­lands

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Fesk tøl frá Hægri Námi á Glasi benda á at einans fimti hvør av teimum elstu næmingunum á miðnámi ætlar at útbúgva seg víðari í Føroyum.

Tað sigur Fróðskaparsetur Føroya og leggur afturat at Hagstovan leingi hevur víst á døpur tøl um ta stóru og ungu fráflytingina úr Føroyum, og at bara helvtin av teimum kemur aftur á klettarnar.

“Hetta hevur stórar avleiðinginar bæði sosialt og fíggjarliga,” viðmerkti Fróðskaparsetrið, og segði víðari: “Nú vísa nýggj tøl frá Hægri Námi á Glasi at støðan er ring.”

Á Markleysari Útbúgving í Norðurlandahúsinum í farnu viku spurdi Finn Jensen, dekanur, miðnámsskúla næmingar hvar tey ætla at taka sína hægri útbúgving. Yvir 550 ganga á seinasta ári á miðnámi, og 262 av teimum svaraðu spurninginum.

“Bara 22 prosent svaraðu at tey vildu taka sína útbúgving í Føroyum,” viðmerkti Setrið. “Restin ætlar sær av landinum, nógv tann størsti parturin til Danmarkar.”

Á tí stóra tiltakinum í Norðurlandahúsinum vóru Setrið, Hægri nám, Yrkisdepilin og aðrir føroyskir útbúgvingarstovnar umboðaðir. Eisini vóru hægri lærustovnar úr fleiri øðrum londum.

“Hetta eru sera døpur tøl,” varð Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum, endurgivin fyri at siga.

“Vit hava nógvar góðar útbúgvingar í Føroyum, bæði á Setrinum, á Hægri Námi, Vinnuháskúlanum og so víðari. Men vit síggja væl hvar skógvurin trýstur mest. Tey útlendsku universitetini dyrgja eftir føroyskum ungum við góðum møguleikum fyri lestrarbýlum, og her eru Føroyar bara ikki kappingarførar. Ung vilja standa á egnum beinum, og tað er spell at meginparturin av okkara ungu kennir seg noyddan at fara av landinum at gera tað.”

Í dag eru umboð fyri teir politisku flokkarnar á Glasir, har eitt evni til pallborðskjakið júst er framtíðarmøguleikar sum næmingarnir har hava ella kanska fara at fáa í Tórshavnar kommunu, upplýsti Setrið.