Átta dagstovnar afturat lata aftur í Havn

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Í morgin, fríggjadagin 24. mai, lata átta dagstovnar aftur í Tórshavnar kommunu vegna verkfall.

– Rusk verður ikki heintað, tí verkfall er. Tí er neyðugt hjá Tórshavnar kommunu at lata nakrar av dagstovnunum í kommununi aftur. Raktu stovnarnir lata sostatt ikki upp í morgin. Dagstovnarnir lata upp aftur, tá rusk aftur verður tikið, sigur kommunan.

Tórshavnar kommuna sigur seg hava spurt fyri hjá heilsumyndugleikunum, sum vísa á, at smittuvandi kann standast av, um ruskposar og annað hópar seg upp uttanfyri bingjurnar. Harumframt sleppa fuglur og skaðadjór eisini framat ruskinum, og kann hetta eisini vera smittuvandi.

Foreldur og verjar, ið hava børn á stovnum, ið lata aftur, fara at fáa boð um hetta gjøgnum Foreldragluggan í dag.

– Teir dagstovnar, ið ikki hava trupulleikar við ruski, hava opið so longi rusk rúmast í bingjunum. Um støðan broytist á hesum stovnum, verður kunnað um hetta, sigur Tórshavnar kommuna.

Stovnarnir, ið lata aftur í morgin eru:

Býlingshúsið Millum Gilja
Býlingshúsið Inni á Gøtu
Býlingshúsið á Norðasta Horni og Ungdómshúsið í Vesturbýnum
Dagstovnurin á Hamrinum
Dagstovnurin á Argjum
Dagstovnurin í Hoyvík
Dagstovnurin Kura (Vøggustova og barnagarður við Botnánna)
Frítíðarskúlin Smílibýlið