,

Avbjóðandi politiskt heyst

Skrivað

Jónas Ákason

Dagfesting

Løgtingið verður sett ólavsøkudag klokkan 13.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer tá at halda ólavsøkurøðuna, har hann fer at boða frá, hvat politiskt samgongan hevur sett sær fyri at fremja í komandi tingsetu.

Løgmaður hevur havt nakrar samrøður við miðlarnar undan ólavsøkum men har hevur hann ikki beinleiðis nevnt, hvat hann ætlar at siga í røðu síni ólavsøkudag.

Men vit vita, at politiskt eru fleiri stórar avbjóðingar fyri framman.

Búskaparliga haldføri er alloftast ovast á listanum – bæði nú og tá ið vit hyggja eini 15 ár fram. Vit gerast fleiri og fleiri gomul og færri ung leggjast afturat arbeiðsmarknaðinum.

Útreiðslurnar hjá landskassanum vaksa, so har má okkurt gerast rættuliga skjótt, skal almenna skuldin ikki vaksa ov nógv.

Millum annað tí verður fíggjarlógin fyri næsta ár ein avbjóðing, men tað eru eisini fleiri politisk mál, sum skulu avgreiðast í hesi tingsetuni.

Avgerð skal takast um Suðuroyartunnilin skal fyrireikast og útbjóðast og spurningurin um hægri pensjónsaldur skal eisini avgreiðast. Viðvíkjandi pensjónsaldrinum kann ein loysn vera, at eiin lóg verður gjørd afturat- ein, sum er betri enn uppskotið, sum varf lagt frm um at niðurslitin kunnu pensjonerast fyrr.

MVG av matvørum og øðrum, sum serliga barnafamiljur brúka nógv, er eitt uppskot, sum fer til hoyringar í august,, hevur løgmaður sagt. Eitt annað er uppskotið og vallyftiðhjáJavnaðarflokmkinum um 37 tíma arbeiðsviku- Eitt uppskot, sum ikki verður gjøgnumført við lóg, sambært løgmanni.

Spennandi at hoyra, hvat løgmaður fer at leggja dent á í ólavsøkurøðu síni.