, ,

Slamm frá ali­ring­um kann geva streym til øll før­oysk húsar­hald

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Ein nýggj frágreiðing er kunngjørd í Noreg sum sigur at skarn og annað lívrunnið avfall frá alibrúkunum har kann geva so mikið av orku umvegis biogass at hetta er nóg mikið til at framleiða el til so mikið sum 600.000 húsarhald.

Føroyingar hava eina alivinnu sum í framleiðslu svarar til umleið ein tíggjundapart av tí norsku alivinnuni. Við øðrum orðum, við at leggja dúk undir aliringarnar og taka skarn, fóðurrestir við meira har frá og framleiða biogass úr tí, so kunnu vit fáa meir enn nóg mikið av elorku burturúr har til at nøkta tørvin hjá øllum føroyskum húsarhaldum – og also munandi meira elorku burturúr har enn hvat ein heil pumped storage vatnorku skipan fyri 2,5 milliardir krónur hevði givið.

Vit fara ikki her at gera nakað stórvegis við at lýsa fyrimunir og avbjóðingar við einari skipan ið gagnnýtir skarn og annað lívfrøðiligt avfall frá aliringum. Men vit høvdu hetta á orði yvir fyri stjóranum á einum av alifyritøkunum í Føroyum, og hann metti kanningina áhugaverda sum PwC hevur gjørt fyri millum annað umhvørvis- og rusktænastufelagið Ragn-Sells og Vestland fylkeskommune.

Í frágreiðingini framgongur at við at brúka nýggja tøknifrøði til at samla upp og viðgera tað lívrunna burturkastið frá alingini, kunnu norðmenn framleiða einar 300 miliónir kubikkmetur av metangassi um árið, ið kann geva elorku til at nøkta tørvin hjá 600.000 norskum húsarhaldum.

Ein avbjóðingar verður so at finna avsetning til alt tað tøð sum hetta gevur, sum jú er munandi meir enn hvat tørvur er á í Føroyum. Hvør veit, kanska útflutningur til landbúnaðin í Skotlandi hevði verið ein møguleiki? Eitt annað er so tær nøgdir av CO2 sum ein so stór framleiðsla av metangassi hevði givið. Har hevði so verið neyðugt at koyrt CO2 í fløskur ella tangar og selt eitt nú vakstrarhúsum, bryggjaríum og øðrum ið brúka CO2 í sínari framleiðslu. Kanska enn ein útflutningsvøra?

I skarni frá fiski finnist eisini nógv fosfor, ið kann verða útvunnið og gagnnýtt til mineraltøð og fóður. Sambært frágreiðingina hjá PwCs fara út ímóti 16.000 tons av fosfor frá alibrúkunum til spillis hvørt ár, svarandi til eini 1.600 tons um árið í Føroyum. Við hjálp av nýggjari tøkni ber til at útvinna meira enn 11.000 tons av fosfor úr teimum norsku alibrúkunum, stendur í frágreiðingini.