Nógv vóru komin langa leið til barnaróðurin á sundalagsstevnu leygardagin 15. juni, men tá ein av bátunum, sum heldur startinum, fekk um skrúvuna, so var einki annað at gera, enn at avlýsa barnaróðurin, tí starturin mátti upp á land og fløkjan mátti greiðast.
Nú er greitt, at Róðrarsambandið, dómaratoymi og fyriskipararnir av sundalagsstevnuni hava avgjørt, at barnaróðurin, ið bleiv avlýstur á sundalagsstevnu 15. juni, verður avgreiddur leygardagin 20. juli í Kollafirði.
Flagg- og starttíðirnar verða tær somu:
– Barnaróður, gentur – Riðil 1 – start kl. 13.30
-Barnaróður, gentur – Riðil 2 – start kl. 13.40
– Barnaróður, gentur – Finala – start kl. 14.00
– Barnaróður, dreingir – start kl. 14.20
Startrøðin kemur út vikuna eftir vestanstevnu.



