Fríggjadagin fekk løgreglan fráboðan um eitt mál, har ein maður var avnoyddur fyri pengar, fyri at avnoyðarin ikki skuldi leggja myndir av manninum út á netið.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað hendir seg javnan, at løgreglan fær slík mál, men at í hesum førinum tók maðurin tað púra róligt, tí hann metti ikki, at har vóru nakrar kompromiterandi myndir av sær at leggja út.
Maðurin hevði havt samskifti við eina kvinnu á Facebook, men samskiftið fekk eina vend, tá kvinnan gjørdi honum greitt, at hann skuldi rinda henni 10.000 krónur, annars almannakunngjørdi hon myndir av honum.
Maðurin fekk síðani eini boð frá Youtube um, at hann hevði lagt eitt sjónband út á sína Youtube konto. Maðurin kendist ikki við hetta sjónbandið, og hetta var so eitt sjónband, ið hendan “kvinnan” hevði lagt út við myndum av manninum, eftir at hon hevði hackað Youtube kontuna hjá manninum.
Maðurin stongdi sína Youtube konto og boðaði tá løgregluni frá.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tá løgreglan fór at finna fram til hesa kvinnuna, var tann Facebook profilurin longu stongdur, men at órættaði maðurin hevði verið so mikið skjótur í vendingini, at hann hevði tikið skermsmyndir av øllum samskiftinum.
Hetta varð sent niður til løgregluna í Danmark, tí tað er avmarkað, hvat løgreglan í Føroyum kann gera við tílíkt.
Løgreglan hevur áður verið úti og ávara ímóti at lata tílíkum avnoyðarum pengar, tí tað er ein skrúva, ið ongantíð fær ein enda. Letur tú teg avnoyða og sendir teimum pengar, so koma tey aftur seinni og biðja um enn fleiri pengar.