Avsanna skuldsetingum um misrøkt av sátmálanum um tyrlutilbúgving

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Atlantic Airways hevur svarað aftur upp á illgitingar í miðlunum um, at felagið skal hava misrøkt sínar skyldur innan leiting, bjarging og sjúkraflutning. Nevndarformaðurin, Niels Mortensen, sigur seg verða skelkaðan av hesum.

– Tá ið tað í miðlunum verður róð framundir, at Atlantic Airways hevur misrøkt sínar skyldur, fellur tað mær fyri bróstið, og eg eri skelkaður. Avtalan okkara millum ásetir greitt okkara skyldur, sum vit øll hesi árini hava røkt 100%,” sigur Niels Mortensen.

Hann greiðir frá, at tyrlurnar mugu hava regluligt viðlíkahald, og tá ið ein tyrla er til viðlíkahald, er bert ein tøk. Í farnu viku fekk tøka tyrlan eina óvæntaða brekfráboðan, sum kravdi bráðfeingis atgerðir.

– Við neyvari tilrættalegging og dugnaligum starvsfólkum hava vit ongantíð verið nærhendis ásetta markinum fyri óreglusemi, staðfestir hann.

– Óreglusemi er ásett til 2,25% av tíðini – tað er umleið átta dagar um árið.

Niels Mortensen leggur dent á, at Atlantic Airways tekur uppgávuna sum partur av tilbúgvingini í allarstørsta álvara.

– Atlantic Airways hevur starvsfólk, sum eru til reiðar at fara á flog alt samdøgrið allar dagar á árinum, bæði við tyrlu og flogførum, sigur hann.

– Vit vilja ikki verða løgd undir misrøkt ella illgitingar, sum hava verið gjørt í miðlunum seinastu dagarnar, sigur Niels Mortensen at enda.

Atlantic Airways vísir eisini á, at miðaltíðin fyri scramble – tíðina frá útkalli til tyrlan er á flog – er umleið sjey og ein hálvan minutt, hóast sáttmálin loyvir upp til 60 minuttir. Reponstíðin, tað er tíðin frá útkalli til tyrlan er á staðnum, er beint undir 26 minuttir.

Seinnu árini hava tyrlurnar hjá felagnum avlýst millum 0 og 1 útkall um árið. Í 2024 varð einki útkall avlýst av tyrlumanningini, sigur Atlantic Airways í tíðindaskrivi.