,

Avskipa nýtt bryggj úr Dímun

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Fyrsta framleiðsla frá tí nýggja bryggjarínum á Dímunargarðinum er avskipað og kann væntast at standa á hillunum í Rúsuni seinni í vikuni, boðar bóndagarðurin frá. Talan er um rabarbubryggj undir heitinum Barba. Sum skilst kemur í næstum eisini eitt rótabryggj frá Dímunargarðinum.

Dímunargarðurin fór fyri árum síðan undir samstarv við Okkara um rótabryggj men verkætlanin datt niðurfyri. Síðan hevur garðurin útvegað egna útgerð til bryggjarí, upplýsti Jógvan Jón Petersen, sum saman við Evu úr Dímun rekur Dímunargarðin.

“Hetta er avbera spennandi fyri okkum, tí hetta er fyrsta framleiðslan sum er bryggjað á garðinum,” legði Dímunar bóndin afturat.

“Vit hava seinastu árini arbeitt miðvíst við at menna bryggjaríið og vøruna her úti. Vit hava fingið týdningarmikla hjálp frá bryggjarunum Høgna Jensen og Sørini Antoft.”

Jógvan Jón Petersen og Eva úr Dímun eru einastu fólk sum búgva í Dímun. Jógvan Jón flutti hagar fyri 21 árum síðan, meðan Eva er uppvaksin á oynni og er 8. ættarlið har.

Tað vinnuliga virksemið hjá teimum er fyrst og fremst landbúnaður, og mong kenna til kolorabi og hvítamai røturnar av Dímun. Hartil ganga 500 áseyðir og nøkur slaktineyt á oynni. Síðan skal tað nýggja bryggjaríið styrkja raksturin, og harumframt hevur eitt sindur av ferðavinnu tikið seg upp um summarið.

“Barba er útvunnin úr føroyskum rabarbum,” upplýsir Dímunargarðurin. “Størsti parturin av rabarbunum kemur úr Vestmanna, frá Heina bónda. Onnur vøra vit arbeiða við er rótabrygggið Mai. Hetta bryggið stendur enn í tangunum til búningar og verður tappað í næstum.”

“Hetta er eitt lutfalsliga lítið og fjarskotið bryggjarí, men vit vóna at vit við hesum kunnu vera eitt íkast til at fjøltátta útboðið av føroyskum vørum.”