Bara fimm dagar eftir, at Italia vann HM fyri 4. ferð, brast ein bumba, sum skakaði allan fótbóltsheimin. Tann 14. juli 2006 kunngjørdi nevndin hjá italska fótbóltssambandinum revsingina fyri gøluna viðvíkjandi avtalaðum spæli ella Calciopoli, harímillum niðurflyting til Juventus, Fiorentina og Lazio. Italski meistarin og sostatt átta Juventus-leikarar (fimm á italska landsliðnum og tríggir á franska landsliðnum) úr HM-finaluni skuldu spæla komandi kappingarár í Serie B.
Kunngerðin var úrslitið av løgreglukanningini fyri kappingarárini 2004-05 og 2005-06, sum staðfesti, at øll trý feløgini umframt AC Milan og Reggina, vóru sek í avtalaðum spæli fyri at hava mutrað dómarar. Ákæruvaldið kravdi niðurflyting og frátøku av stigum fyri hvørt felag sær og álegði Juventus harðastu revsingina. Fyrisitingarstjórin hjá Juventus, Luciano Moggi, átti ein høvuðsleiklut í loyniliga sambandinum, sum førdi til, at Juventus vann Scudetto í 2004-05 og 2005-06.
Hóast ákæruvaldið kravdi, at Juventus skuldi flyta minst tvær deildir niður, so samtykti nevndin at senda Juventus niður í Serie B. Nevndin frátók eisini Juventus meistaraheitini í 2005 og 2006 umframt 30 stig fyri komandi kappingarár. Fiorentina og Lazio vórðu eisini niðurflutt, meðan AC Milan og Reggina sluppu við lutfalsliga lítlum stigamissi. Nevndarlimirnir hjá Juventus søgdu nevndarsessin frá sær í stórum tali, meðan Moggi fekk eitt bann fyri lívið. Bannið varð síðani strikað í 2015.
Eftir, at dómurin varð kærdur, varð revsingin linkað. Tað endaði við, at Juventus var einasta felag, sum varð niðurflutt – fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Frátøkan av stigum fór kortini frá 30 niður á 9 og felagið vann uppflyting til Serie A fyri kappingarárið 2007-08.
Gianluigi Buffon, Mauro Camoranesi, Alessandro Del Piero og David Trezeguet fylgdu við niður í Serie B, meðan Gianluca Zambrotta, Fabio Cannavaro, Liliam Thuram og Patrick Vieira leitaði aðrastaðni.