Avtalað spæl skakaði fótbóltsheimin

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Veddingargølan 2. apríl í 1915, sum skakaði enskan fótbólt. Tað er langi fríggjadagur, staðið er Old Trafford. 12.000 áskoðarar eru samlaðir til dystin. Manchester United er í niðurflytingarvanda, meðan Liverpool FC liggur lutfalsliga trygt mitt á stigatalvuni. Fyrri hálvleikur er einvegis ferðsla, har Liverpool er sera tamt og vísir ikki nakað sum helst. Hálvleiksstøðan er 1-0 til Manchester United, og Liverpool Daily Post skrivar soleiðis: “Tað verður torført at uppliva ein meiri einvegis fyrra hálvleik.”

Í steðginum er eitt álvarsamt keglarí inni í Liverpool umklæðingarrúminum og fleiri leikarar hótta við ikki at spæla 2. hálvleik.

Seinni hálvleikur er nóg illa byrjaður, so hevur Liverpool verjuleikarin, Bob Pursell, gjørt brotsspark við vilja, tá hann slær bóltin. Tað er tó ikki vanligi brotssparksskjúttin, George Anderson, sum tekur, men liðskiparin hjá United, Patrick O’Connell, sum kemur fram at taka brotssparkið. O’Connell smekkar bóltin langt við síðuna av. Stutt eftir fær Liverpool størsta møguleikan í dystinum, tá framherjin Fred Pagnam skallar á tvørtræið. Løgið nokk er tað ongin Liverpool leikari, sum rósar honum, men fleiri hava hug at harta hann ístaðin. George Anderson skorar fyri aðru ferð í 75. minutti og so hendir ikki meira í dystinum.

The Sporting Chronicle skrivar: “Liverpool áleypararnir sýndu tað vánaligasta spælið í hesum hálvleikinum (2. hálvleiki), sum nakar hevur sæð á vøllinum hetta kappingarárið.” Um tað ikki er undarligt nokk, so rýmir felagsstjórin hjá Manchester United, John Robson, áðrenn dysturin er liðugt spældur.

Úrslitið 2-0 til Manchester United var í sjálvum sær ikki so undarligt. Í 4 kappingarár hevði Liverpool ikki vunnið á Old Trafford, og í teimum báðum undanfarnu kappingarárunum hevði United vunnið bæði 3-0 og 3-1 á Old Trafford umframt báðar dystirnar á Anfield. Kortini fóru veddingafyritøkur í Liverpool, Manchester, Nottingham og London at gera um seg, tí so nógv høvdu spælt upp á 2-0 og upphæddirnar vóru høgar. Veddingafyritøkur høvdu sett 8-1 lutfall á ein Manchester United sigur á 2-0, men tá lutfalsliga nógv spældu júst tað úrslitið, so minkaði lutfallið niður á 4-1 áðrenn dystin.

Ein nevnd varð sett saman til at kanna málið og aftan á drúgvar kanningar, so varð staðfest, at 7 leikarar kundu straffast. Teir tríggir frá Manchester United: Enoch “Knocker” West, Sandy Turnbull og Arthur Whalley. Og teir fýra frá Liverpool Football Club: Jackie Sheldon, Tom Fairfoul, Tom Miller og áðurnevndi Bob Pursell. Millum áskoðararnir hendan dagin vóru fyrrverandi Chester leikarin, Lol Cook, sum eisini fekk lívlangt bann og Manchester City áleyparin, Fred Howard, sum síðani fekk 1 ára leikbann, tí hann viðgekk ólógliga skráseting av leikarum.

Millumgongumaðurin skuldi vera fyrrverandi United leikarin, Jackie Sheldon. Jackie Sheldon spældi við United frá 1909 til 1913, men hevði rættiliga torført við at skumpa stóru stjørnuna hjá United, Billy Meredith, av liðnum. Billy Meredith og Sandy Turnbull spældu báðir við Manchester City, áðrenn teir fluttu til United. Í 1905 varð Manchester City avdúkað, tí teir guldu ikki løn sambært galdandi reglum og allur hópurin fekk leikbann. Saman við tveimum øðrum leikarum fluttu Turnbull og Meredith til Manchester United, tá bannið varð sett úr gildi tann 31. desember 1906.

Jackie Sheldon viðgekk í 1917, at hann hevði hitt United leikararnar West, Turnbull og Whalley, har teir gjørdu av, at dysturin skuldi enda 2-0 og at eitt mál skuldi verða skorað í hvørjum hálvleiki við samtykki frá Liverpool leikarum. Liverpool leikararnir Fred Pagnam, Ephraim Longworth og Donald Mackinlay søgdu seg kenna til svikagerðina, men tóku ikki undir við henni. Fred Pagnam fekk enntá bjóðað £3 pund frá Sheldon í einum hýruvogni, men tók ikki av. Billy Meredith segði seg at hava fingið mistanka, tá ongin United leikari avleveraði til sín.

Framvegis er ógreitt, hví leikararnir gingu við til eina samansvørjing, men fleiri av áðurnevndu leikarum nærkaðust einum høgum fótbóltsaldri, kríggið leikaði á úti í Europa og framtíðin tóktist ótrygg, tí leikararnir fingu ikki løn í summarsteðginum. Harumframt lá United til at flyta niður og møguliga væntaðu leikararnir ikki, at dysturin fór at vekja ans, tí tað ráddi mestsum bara um at fáa kappingarárið liðugt, so leikararnir kundu vísa føðilandskærleika og luttaka í krígnum. Tað sømdi seg ikki, at ungir og raskir menn spældu fótbólt, meðan Bretland var í kríggi við Týskland.

Allir teir, sum tóku lut í svikagerðini, fingu í fyrsta umfari lívlangt bann frá fótbólti. Enoch “Knocker” West helt tó fast við, at hann var óskyldigur. Tískil fór hann í grøvina uttan at hava játtað seg sekan, men bannið varð strikað í 1945 (hann doyði í 1965). Talan var um longsta bannið í søguni hjá the Football League. Turnbull doyði longu undir krígnum, men hinir fingu bannið strikað í 1919 fyri góða og drúgva tænastu, meðan kríggið vardi. Tað vóru tó bert Jackie Sheldon, Bob Pursell, Arthur Whalley og Tom Miller, sum hildu áfram at spæla fótbólt á høgum stigi. So løgið tað ljóðar, so skifti Miller – til Manchester United í september 1920.

Hvussu var og ikki, so tryggjaðu tey bæði stigini, at Manchester United endaði á 18. plássi við 30 stigum framman fyri Chelsea á 19. plássi við 29 stigum (tá fekk man 2 stig fyri vunnan dyst) í kappingarárinum 1914/15. Chelsea og Tottenham fluttu sostatt niður, men áðrenn kappingarárið 1919/20 varð avgjørt at víðka deildina til 22 lið orsakað av veddingargøluni. Chelsea slapp sostatt undan niðurflyting og fekk pláss í bestu deildini saman við Arsenal, hóast Arsenal endaði á 5. plássi í næstbestu deildini áðrenn kríggið. Grundgevingin var, at Arsenal hevði verið partur av the League síðani 1893, meðan Tottenham hevði verið limur síðani 1908 og ikki var ávirkað av svikagerðini.