Betri kvinnurnar hjá B36 skulu hava ein nýggjan høvuðsvenjara.
Tummas Erling Djurhuus hevur boðað starvsnevnd og hópinum frá, at hann gevst í starvinum sum høvuðsvenjari í B36.
Tað skrivar B36 á sínum Facebook-vanga.
Sigurin á EBS/Skála í gjár var tískil síðsta uppgávan hjá honum fyri B36 á hesum sinni – ein dystur, sum B36 vann 4-0.
Felagið skrivar, at arbeiðið at finna ein nýggjan høvuðsvenjara er farið í gongd.
– B36 ynskir at takka Tummas Erlingi Djurhuus fyri serstakliga gott samstarv í tíðini hann hevur verið í felagnum. Bæði um høvuðsungdómsvenjari og høvuðsvenjari hjá Betri kvinnum, og ynskir honum blíðan byr framyvir, skrivar B36.