

B36 Varpið – Eitt fótbóltsprát við Robert McBirnie
05.12.2025Í sendingini bleiv trivið í ymiskt av fótbóltsleiðini hjá Robert McBirnie. Prátað var um, tá dreingaliðið hjá VB spældi tvær sonevndar “maratonfinalur” móti HB og B36 í 1958 og 1960. Vit hoyra um tíðina hjá Robert í B36, har hann bæði spældi fótbólt og til dans í B36 húsinum við legendariska orkestrinum Faroe Boys. Og vit komu eisini inn á hansara stuttu karrieru á tí tiltikna 66-liðnum hjá KÍ. Harafturat bleiv nógv gjørtburturúr tíðini hjá Robert á tí góða VB-liðnum í 70’unum. Í 1974 vunnu teir Ísafjarðarsúluna (steypakappingina) móti einum krútsterkum HB-liði, ið hevði tikið yvir aftaná 66-liðið hjá KÍ. Prátað varð eisini um fótbóltsumhvørvið í Vági í 70’unum, og vit fingu søguna um tá Robert sang “bobberara” á sinni.















