

B36 Varpið – Fjepparar í 70 ár
23.04.2026Í sendingini fortaldu Gunnar Reynslág og Palli á Dul røvarasøgur av síðulinjuni, frá teirra 70 ára longu tíð sum B36 fjepparar. Ein av søgunum var um ta tiltiknu ferðina á útivølli í Turkalandi, tá ein av vertunum royndi at eitra B36 spælararnar, men í staðin kom til at eitra fjeppararnar. Og ein onnur var um hinuferð, tá Palli á Dul av óvart scoraði ímóti B36, hóast hann var áskoðari.















