

B36 Varpið hitar upp til grannauppgerðina
02.05.2024Fyri fyrstu ferð er ein gestur frá grannunum fyri norðan við í B36 Varpinum. Tað er Allan Samuelsen, sum saman við Boga Simonsen fer at gera okkum klókari upp á aktuellu støðuna hjá teimum stóru havnafeløgunum. B36 Varpið er at hoyra hósdag klokkan 16 á FM1. Vertur er Ronnie Thomassen. Sendingin verður endursend hóskvøld klokkan 23 og sunnudag klokkan 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo. B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.