

B36 Varpið – Hvar er føroyskur fótbóltur í 2030?
07.05.2026Fótbóltssambandið almannakunngjørdi fyrr í ár eina strategi fyri tíðarskeiðið 2026-30. Og til at práta um ætlaninar vitjaði Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í FSF. Saman við honum bleiv kavað niður í tað rúgvusmikla tilfarið, eins og onkrir partar av ætlanunum blivu trýsttestaðir. Prátað varð um fótboltshallir, um hvat vit gera gott í føroyskum fótbólti, og um tað vit kunnu gera betri. Hugt varð eisini at, hvussu nýggja strategiin fer at ávirka feløgini, fjeppararnar og tann einstaka fótbóltsspælaran.















