

B36 Varpið – Í 90 ára føðingardag hjá B36
19.03.2026“Tíðin eg spældi í B36 var tann besta tíðin í lívinum.” Soleiðis segði 90 ára gamli Ludvík (Blondie) Ejdesgaard í tí fyrstu føðingardagssendingini hjá B36 Varpinum, nú B36 fyllir 90 ár í næstum. Í sendingini fortaldi Blondie um meistaraliðini frá 1959 og 1962, sum hann var partur av. Nakað bleiv gjørt burturúr umhvørvinum í B36 í seinnu helvt av 50’unum og byrjanini av 60’unum, eins og vit hoyrdu um ta stóru broytingina tá nýggja B36 húsið kom úr Mjørkadali. Onkur sermerkt hending var somuleiðis havd á lofti, m.a. tann søguligi 10-0 sigurin móti HB í 1945, har Herluf Mikkelsen scoraði 8 mál.
















