B36 Varpið – Kvinnufótbólturin mennist – og tó
27.08.2026Í sendingini bleiv kjakast um, hvørt støðan í føroyskum kvinnufótbólti veruliga er so góð, sum sagt hevur verið seinastu árini. Gestir vóru Sólvá Joensen og Rúna Nón Bjartalíð.A landsliðið hevur havt góð úrslit í seinastuni, og tað hava nøkur av ungdómslandsliðunum eisini. Men í bestu kvinnudeildini søkja nógvir spælarar til topp 4 feløgini, tí har er endaspælið meira spennandi. Samstundis merkir avtøkan av U18 kappingini, at lopið er sera langt úr ungdómsfótbóltinum til tey vaksnu. Hetta hevur ta avleiðing, at nógvar ungar gentur gevast at spæla fótbólt.Í sendingini bleiv viðgjørt, um tíðin ikki er komin til at endurskoða nakrar av broytingunum í føroyskum kvinnufótbólti, sum gjørdar hava verið seinni árini.