B36 Varpið – Tá B36 vann fyrsta FM hjá kvinnunum
16.07.2026Í 1984 vunnu B36 Kvinnur tað fyrsta (óalmenna) FM í kvinnufótbólti. Árið eftir endurtóku tær bragdið, og vunnu FM aftaná at hava vunnið allar dystirnar í kappingarárinum. Í sendingini bleiv gjørt eitt afturhvarv til pionertíðina og tey fyrstu árini í føroyskum kvinnufótbólti, har B36 var nógv tað besta liðið. Gestir vóru Marjun Jógvansdóttir (liðskipari) og Maria G. Hansen, sum báðar vóru við heilt frá byrjanini.Sendingin er ein endursending frá september 2024.