

B36 Varpið: Magne Hoseth vitjaði
04.07.2024Í B36 Varpinum í dag vitjaði Magna Hoseth, høvðusvenjara hjá Betri monnum. Práta var um, hvussu nýggi høvðusvenjarin er farin í holt við at loysa avbjóðingarnar, sum besta liðið hevur havt í ár. Hugt var fram ímóti komandi dystum, har Magne Hoseth fyrst vitjar aftur á gomlum gøtum í Djúpumýru, fyri síðan at fara í holt við avbjóðingarnar í teim europeisku dystunum. Nomi var eisini inn á spælarakarrieruna hjá Magna, og tær løgnu hendingarnar hann var úti fyri í Lyngby fyrr í ár. B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo. B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.
