

B36 Varpið – Nørdavarp
11.12.2025Ein ferð inn í hetlendskan fótbólt Føroyar og Hetland fylgdust í eini 60 ára langari oyðimarkargongd, til Føroyar fóru upp í altjóða fótbólt. Hetland bleiv hangandi eftir sum ein skotskur landslutur, har størsta avbjóðingin hjá teimum er luttøka í Oyggjaleikunum. Har kundu Føroyar eisini hava verið, um nakrir visjonerir menn ikki vildu tað ørvísi. Í sendingini bleiv hetlendskur fótbóltur lýstur og viðgjørdur. Eisini bleiv nakað gjørt burturúr felags fótbóltssøguni hjá Føroyum og Hetlandi.















