

B36 Varpið nr. 13 – Gestur var Jan Poulsen, stjóri í B36
16.05.2024Í dag fór B36 Varpið ein túr í maskinrúmið í B36, har vit prátaðu um, hvussu eitt stórt ítróttarfelag verður rikið í dagsins Føroyum. Gestur var Jan Poulsen, sum hevur verið stjóri í felagnum í eitt gott ár. Umframt at hava verið bæði spælari og venjari í B36 í eitt longri áramál, spældi Jan Poulsen eisini fótbólt á besta liðnum hjá Sumba, tá teir vóru í bestu deildini, so sjálvandi komu vit eisini nakað inn á ta søguna. B36 Varpið er at hoyra hósdag klokkan 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld klokkan 23 og sunnudag klokkan 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo. B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum. Sendingin hoyrist her:
